Tíðindi og tíðindabræv

26. apríl 2024

Úr vanlukku í lukku

Hesin hindu maður varð fyri nøkrum árum síðani uppií eini stórari ferðsluvanslukku og meiðslaði seg ógvisliga í andlitinum. Aftaná hetta upplivdi hann umframt likamliga skaðan frá vanlukkuni tann sviða, at hann varð vístur burtur av nærmastu familjuni. Hann misti sostatt í einum bæði foreldur og systkin, arbeiði og sín samleika við broytta andlitinum.Uttan arbeiði og framtíðarvónir vóru útlit hansara vánalig at lívbjarga sær í indiska samfelagnum, har ongin hjálp er at heinta frá tí almenna.
Eftir drúgva tíð frætti maðurin um kristin fólk og um teirra arbeiði í økinum kring Grace Home og skúlan Rainbow nærindis Hosur og hann gjørdi tí av at kanna hetta nærri og bygjaði eftir stutta tíð at møta til kirkjumøtir har.
Vi fingu undir okkara 5 daga vitjan loyvi til at síggja, at hesin maður saman við 3 øðrum lokalum, varð doyptur í nærmastu ánni, sum nærum var turr orsakað av turki í longri tíð.
Maðurin er í dag í arbeiði og klárar seg sjálvan fíggjarliga og er glaður og takksamur um sítt núverenadi lív við nógvum nýggjum kristnum vinum.

24. apríl 2024

Einkjan við tveimum dreingjum

Einkjan við teim 2 drongjunum

Vit høvdu eisini tað frægt, at Anbu ynskti at vísa okkum fram fyri einari einkju og tveimum synum hennara. Á myndini sæst einkjan ílatin eitt reytt hálsturriklæði við síðuna av Karin. Einkjan, ið er útbúgvin lærari, hevði mist mann sín for nøkrum árum síðani og hevði til fánýtis søkt arbeiði í longri tíð. Ein arbeiðsgevari fyri og annar eftir góvu henni noktani svar, tí hon ikki longur var hindu menn kristin.

Einkjan tosaði enskt og takkaði aftur og aftur Jesusi fyri hansara vælsignilsi og hjálp. Hon ætlaði sær nú at flyta suðureftir saman við dreingjunum til økið, har kristnar samkomur eru, nærindis Rainbow international school er. einkjan trýr fult og fast  uppá, at Gud nokk skal finna henni arbeiði har, so hon kann geva synum sínum ein tryggan uppvøkstur. Á myndini síggja vit eisini systur hennara uttan til vinstru og alkoholsiseraða mann hennar uttast til høgru. 

Anbu keypti okkum eina risa boks av høsnarunga frá KFC, sum vit als ikki orkaðu at eta. Restina gav hann hesi fátæku familjuni, so hann visti helst hvat hann gjørdi, longu tá hann keypti stóru høsnarunga-boksina.

25. juli 2021

Karin og eg vórðu bjóðað til døgurða hjá hesi prestafamilju, ið umframt prestin og konu hansara eisini umfataði teirra sálarliga sjúka son. Samkoman er myndað av um 10-12 lokalar familjur, ið møtast í kirkjuni, sum er bygdur uppí hús teirra. Familjan er skýggjað av familju og vinum, tí tey skiftu hindutrúgv teirra út við kristna trúgv, men eisini orsakað av teirra sjúka soni, sum ofta verður uppfatað sum ein revsing frá Gudi. Fólk uttanfyri samkomuna ynskja ikki at vitja tey, tí sjúki sonurin ger og sigur "ymiskt løgið". Tað sóu vit eisini, men sonurin var heilt meinaleysur.

Presturin var komin til trúgv, aftaná at hann misti sítt virki, sum fór av knóranum og eftir hetta byrjaði hann at drekka. Stór broyting kom í, tá hann einaferð skuldi fáa sær ein slurk av sterkum men í staðin fyri varnaðist klistruta, tjúkka, reydliga og blóðlíknandi flótandi vesku koma úr fløskuni. Hetta gjørdist byrjanin til, at hann fann inn á slógina av blóðinum, Jesu blóð, ið reinsar frá allari synd.

25. juli 2021

Ein "hetja" av eini mammu

Her ein mynd av mammu Anbus, sum fyri mongum árum síðani var noydd til at senda Anbu og eldra beiggja hansara heiman og geva teir til eitt barnaheim, ið vísti seg at vera eitt kristið barnaheim, sum ein familja vestaneftir hevði rikið í mong ár.

Orsøkin til at mamman varð noydd til at lata sínar dreingir frá sær var, at maður hennara, ið var hindu prestur, gjørdist sjúkur. Sjálvt um tey bóðu um grøðing, so hendi einki og mamman kundi ikki sum kvinna sambært indiskari siðvenju arbeiða sjálv men var noydd til at bidda seg fram til mat og klæði frá vinum og familju. Á lítlu myndini, ið mamman ber uppá, sæst unga parið sum nýgift. Pápi Anbu gjørdist kristin og trúgvandi áðrenn hann doyði. Í dag ger mamman mat til børnini á Grace Home.
Skuldi onkur verið áhugaður at sett seg í samband við Anbu Rajamani, ið fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum og onnur vestlig lond fyri at greiða frá kristna barnaheiminum Grace Home og Rainbow International school, so er hansara kontaktinfo her:
anbudoulos@bluewin.ch eller
+91 948 642 19 44

25. juli 2021

Henda 49 ára gamla hindu kvinnan varð komin til trúgv á Harran og vildi fegin luta sína nýggju trúgv við sína familju. Maðurin var ikki glaður fyri hesa broyting og eitt kvøldi gjørdist hann frá sær sjálvum og høgdi hondina av konuni í øði.

Kvinnan, sum Anbu / Grace Home hevur samband við, biður í dag fyri sínum manni, at eisini hann má koma til trúgv á Jesus og tann einasta sanna Gud. Sera sterkur vitnisburður!

21. juli 2020

Børnini á Grace Home býta mat út til fólk í økinum, sum hava mist teirra inntøku orsakað av Corona. 

08. juni 2020

Byggingin av skúla og nýggjum barnaheimi er nú byrjað aftur eftir at alt steðgaði upp orsakað av Corona.

22. mai 2020

Her verður ein matgáva borin til unga kvinnu sum er tarnað likamliga. Hon eitur Vijaya og er 21 ár. Foreldur hennara hava slept henni upp á fjall og hon hevur eitt sera trupult lív.

22 mai 2020

Hetta eru familju ID-kort hjá familjum, sum hava fingið mat frá Grace Home og teim kristnu har um leiðir. 

5. mai 2020

Evangelisering millum hindu fólkið og útdeiling av mati til einkjur, sjúk og onnur. Her hava vit biðið sigøjnarar sessast, so vit kundu lesa úr Bíbliuni og halda eina lítla andakt fyri teimum og greiða frá um Jesus Kristus sum heimsins Frelsara. 

Sigøjnarnir vóru rættiliga áhugaðir at hoyra ...

3. mai 2020

Grace Home barnaheimið og lokala kristna kirkjan deilir út 200 pakkar av mati til handikappað, einkjur og fátakar hindu familjur í nærøkinum, har hvør pakki inniheldur 10kg rís, 1kg sukur, 1kg hveitimjøl, matolju, te, grønmeti oa.

16. september 2019

2 av Grace Home børnunum, Naguraj og Marie gjørdust liðug við grundskúlan summarið 2019. Tey eru nú byrjað víðari lestur. Sum myndin vísur, so hava tey fingið teirra fyrtu teldur. Naguraj lesir fysikk á universiteti og Marie lesur til sjúkrarøktarafrøðing.

3. apríl 2019

Ein bólkur úr Sveits tekur lut í byggjarínum av nýggja skúlanum nærhendis barnaheiminum, Grace Home.

februar 2020

Hæddarpunktir úr okkara dagligdegi í møtinum við hindu fólkið

Seakr:
Vit vilja fegin siga frá, hvat hendir her í økinum. Ein dagin vit vóru úti at boða gleðiboðskapin fyri hindu fólki hittu vit ein 40 ára gamlan hindu grønmetisseljara, nevndir Seakr. 
Hesi seinastu 5 árini hevur Seakr haft stórar avbjóðingar í familjuni. Hann dyrkaði hindu gudar og andaligar vegleiðarar í hindu trúnni. Seakr hevði nógvar spurningar um lívið, eitt nú hvat hendir, um eg doyggi, hvagar fari eg, hvat hendir við familju míni og míni skuld osv. Hann fann onki svar. Tá vit gingu frá hurð í hurð í missiónstænastu okkara hittu vit Seakr og góvu honum ein lítlan bókling og lutaðu kristna boðskapin við hann og trúnna á Jesus Kristus. Vit svaraðu honum spurningar hansara og hann gjørdist hjartans fegin og lesur nú Nýggja Testamentið.
Vinarliga biðið fyri Seakr og hansara nýfunnu trúgv, at hon må verða djúpt grundað í Jesusi Kristi og hansara orði.


Jamuna:
Jamuna er ein 34 ára gomul gift fátækslig hindu kvinna, ið lívbjargjar sær við landbúnaði. Hon er sera íðin og tekur sær av 3 neytum og 5 seyðum. Maður hennara er betongarbeiðari og drekkur rúsdrekka hvønn dag. Tey hava hópin av trupulleikum í hjúnalag teirra og har valdar ófriður, ongin gleði ella eydna í heimi teirra. Ein sera keðilig og vónleys støða.
Vit hittu hana og av tí, at vit vóru tystir spurdu vit hana um vatn. Jamuna var blíð og bjóðaði okkum vatn. 
Tá vit lutaðu trúnna á Jesus Kristus fyri henni gjørdist hon sera glað og vild fegin hoyra meira. Hon tók móti Jesusi og vil nú so fegin hava hennara familju til eisini at hoyra um Jesus og verða frelst. Jamuna vil eisini fegin hava mannin at koma til trúgv og gevast við rúsdrekkamisbrúkinum. 
Vinarliga havið eisini Jamuna og hennara við í bønum tykkara



Rajaa:
Rajaa er 31 ára gamal hindu og koyrir viðskiftafólk við rickshaw(taxi). Vit hittu hann í bygdini Sholagiri. Han tyktist vera sera tungur i huga. Vit prátaðu við hann. Hann segði, "í hesum heiminum er eingin gud! Um tað var nakar Gud til, so hevði hann ikki givið mær slíkar trupulleikar í lívinum.
Tá eg var ungur giftist eg. Vit fóru síðan frá hvør øðrum. Hjúnarskilnaðurin hevði við sær, at fyrverandi kona mín tók við sær ein av okkara sonum. Nú sakni eg hann nógv. Mítt familjulív er í skeljasori. Hví fekk eg slíkan mótburð?"
Vit greiddi honum frá gleðiboðskapinum og frelsuni í Jesusi. 
Hann segði: "Jesus Kristus er størri enn allir teir størstu hindu gudarnir, men enn stríðist eg, tí mær tørvar son mín.
Lat Jesus hjálpa mær.