Gestablídni og opinleiki eru lyklaorð hjá okkum. Barnaheimið hevur frá fyrstu tíð haft vitjandi uttaneftir, serliga hesi seinnu árini. Tey flestu vitjandi koma úr ymsum kristnum samkomum í Evropa.
Spurningar verða svaraðir skjótast gjørligt og einhvør áheitan er vælkomin.
Vælkomin
Kristna barnaheimið Grace Home og Rainbow International school í Haleseebam í Tamil Nadu í syðra partinum av India er ein oasa mitt í einum hinduistiskum heimi.
Skúlin gjørdist veruleiki í 2022 og barnaheimið frá 2004 verður skift út við eitt nýtt barnaheim seinni í ár, um alt gongur eftir ætlan. Bæði eru eitt stórt vælsignilsi í hesum fátaka hinduistiska parti av India. Fantastiskt!
"Og alt, hvat tit so gera í orði ella verki, gerið tað alt í Harrans Jesu navni, takkandi Guði faðir við honum."
Kol.3,17
Arbeiðsøkir
Kristna barnaheimið, Grace Home í Haleseebam í syðra partinum av India varð grundlagt í 2004 undir truplum umstøðum, har myndugleikarnir arbeiddu ímóti og settu ymsar forðingar upp og gjørdu hesa verkætlan trupla at halda á við.
Gallerí
Myndirnar vísa millum annað, hvussu økið um barnaheimið, Grace Home sá út í byrjanini og fram til í dag, menningin, børnini og nærumhvørvið, og hvussu alt er ment tey fyrstu15 árini, Grace Home hevur verið til.
Ógloymandi ferð í suður India
5 ógloymandi dagar 22.-27 apríl 2024 í teksti og myndum frá Tamil Nadu nær Bangalore í fátaka økinum kring Hosur.
Karin og Edvard
Úr vanlukku í lukku
Hesin hindu maður varð fyri nøkrum árum síðani uppií eini stórari ferðsluvanslukku og meiðslaði seg ógvisliga í andlitinum. Aftaná hetta upplivdi hann umframt likamliga skaðan frá vanlukkuni tann sviða, at hann varð vístur burtur av nærmastu familjuni. Hann misti sostatt í einum bæði foreldur og systkin, arbeiði og sín samleika við broytta andlitinum.
Uttan arbeiði og framtíðarvónir vóru útlit hansara vánalig at lívbjarga sær í indiska samfelagnum, har ongin hjálp er at heinta frá tí almenna.
Eftir drúgva tíð frætti maðurin um kristin fólk og um teirra arbeiði í økinum kring Grace Home og skúlan Rainbow nærindis Hosur og hann gjørdi tí av at kanna hetta nærri og bygjaði eftir stutta tíð at møta til kirkjumøtir har.
Vi fingu undir okkara 5 daga vitjan loyvi til at síggja, at hesin maður saman við 3 øðrum lokalum, varð doyptur í nærmastu ánni, sum nærum var turr orsakað av turki í longri tíð.
Maðurin er í dag í arbeiði og klárar seg sjálvan fíggjarliga og er glaður og takksamur um sítt núverenadi lív við nógvum nýggjum kristnum vinum.
Vitjan hjá prestafamilju
Karin og eg vórðu bjóðað til døgurða hjá hesi prestafamilju, ið umframt prestin og konu hansara eisini umfataði teirra sálarliga sjúka son. Samkoman er myndað av um 10-12 lokalar familjur, ið møtast í kirkjuni, sum er bygdur uppí hús teirra. Familjan er skýggjað av familju og vinum, tí tey skiftu hindutrúgv teirra út við kristna trúgv, men eisini orsakað av teirra sjúka soni, sum ofta verður uppfatað sum ein revsing frá Gudi. Fólk uttanfyri samkomuna ynskja ikki at vitja tey, tí sjúki sonurin ger og sigur "ymiskt løgið". Tað sóu vit eisini, men sonurin var heilt meinaleysur.
Presturin var komin til trúgv, aftaná at hann misti sítt virki, sum fór av knóranum og eftir hetta byrjaði hann at drekka. Stór broyting kom í, tá hann einaferð skuldi fáa sær ein slurk av sterkum men í staðin fyri varnaðist klistruta, tjúkka, reydliga og blóðlíknandi flótandi vesku koma úr fløskuni. Hetta gjørdist byrjanin til, at hann fann inn á slógina av blóðinum, Jesu blóð, ið reinsar frá allari synd.
Einkjan við teim 2 drongjunum
Vit høvdu eisini tað frægt, at Anbu ynskti at vísa okkum fram fyri einari einkju og tveimum synum hennara. Á myndini sæst einkjan ílatin eitt reytt hálsturriklæði við síðuna av Karin. Einkjan, ið er útbúgvin lærari, hevði mist mann sín for nøkrum árum síðani og hevði til fánýtis søkt arbeiði í longri tíð. Ein arbeiðsgevari fyri og annar eftir góvu henni noktani svar, tí hon ikki longur var hindu menn kristin.
Einkjan tosaði enskt og takkaði aftur og aftur Jesusi fyri hansara vælsignilsi og hjálp. Hon ætlaði sær nú at flyta suðureftir saman við dreingjunum til økið, har kristnar samkomur eru, nærindis Rainbow international school er. einkjan trýr fult og fast uppá, at Gud nokk skal finna henni arbeiði har, so hon kann geva synum sínum ein tryggan uppvøkstur. Á myndini síggja vit eisini systur hennara uttan til vinstru og alkoholsiseraða mann hennar uttast til høgru.
Anbu keypti okkum eina risa boks av høsnarunga frá KFC, sum vit als ikki orkaðu at eta. Restina gav hann hesi fátæku familjuni, so hann visti helst hvat hann gjørdi, longu tá hann keypti stóru høsnarunga-boksina.
Ein "hetja" av eini mammu
Her ein mynd av mammu Anbus, sum fyri mongum árum síðani var noydd til at senda Anbu og eldra beiggja hansara heiman og geva teir til eitt barnaheim, ið vísti seg at vera eitt kristið barnaheim, sum ein familja vestaneftir hevði rikið í mong ár.
Orsøkin til at mamman varð noydd til at lata sínar dreingir frá sær var, at maður hennara, ið var hindu prestur, gjørdist sjúkur. Sjálvt um tey bóðu um grøðing, so hendi einki og mamman kundi ikki sum kvinna sambært indiskari siðvenju arbeiða sjálv men var noydd til at bidda seg fram til mat og klæði frá vinum og familju. Á lítlu myndini, ið mamman ber uppá, sæst unga parið sum nýgift. Pápi Anbu gjørdist kristin og trúgvandi áðrenn hann doyði. Í dag ger mamman mat til børnini á Grace Home.
Skuldi onkur verið áhugaður at sett seg í samband við Anbu Rajamani, ið fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum og onnur vestlig lond fyri at greiða frá kristna barnaheiminum Grace Home og Rainbow International school, so er hansara kontaktinfo her:
anbudoulos@bluewin.ch eller +91 948 642 19 44
Opinleiki
Tekni tykkum at fáa tíðindabræv
Fáið eitt t-bræv við nýggjastu tíðindunum frá okkum